Signhild 2:19.97 og silvur í 200 rygg í Lissabon

Signhild Joensen svam seg í kvøld til silvurheiðursmerki á “XI Meeting Internacional de Natação de Lisboa” í Portugal, og vann sostatt tvey heiðursmerki á hesi stevnu, afturat bronsuheiðursmerkinum í 100 metra rygg í gjár. Sí úrslitalistan her.

Tilsamans svumu tey bæði Rókur Trygvason og Signhild Joensen seg til luttøku í 8 finalum á hesi stevnu, við luttøku í innleiðandi riðlum í 9 kappingum. Í dag vóru finalurnar:

  • 21) 50 bringa menn, Rókur tilm.tíð 30.95 – 31.01 og nr 11
  • 23) 50 frí menn, Rókur tilm.tíð 24.44 – 24.45 og nr 9
  • 24) 50 rygg kvinnur, Signhild tilm.tíð 29.54 – 30.48 og nr 5
  • 31) 200 bringa menn, Rókur tilm.tíð 2:24.49 – 2:26.90 og nr 6
  • 34) 200 rygg kvinnur, Signhild tilm.tíð 2:14.01 – 2:19.97 og silvur

Signhild svam faktiskt eitt vet skjótari í innleiðandi riðlunum í 200 rygg, við tíðini 2:19.87, men hevði tað tó ikki rokkið fram til portugisiska gullvinnaran Ritu Frischknecht, sum svam 2:15.74. Besta tíð hjá Signhild er hennara føroyska met á 2:14.01, frá Danish Open í 2017.

Saman um tikið er støðan væl at serliga Rókur man vera vælnøgdur, nú hann ferð eftir ferð hevur verið niður ímóti sínum bestu tíðum, líka niður til at har bara írestaði éin hundraðpartur til at raka bestu tíð.

Signhild hevði kanska eitt sindur torførari við at koma niður ímóti bestu tíðum, men vardi tó ta heiðursmerkið sum hon áðrenn stevnuna var styrkismett til at vinna, umframt at vinna seg fram til bronsu í 100 rygg.

Saman um tikið tí avgjørt ein væleydnað stevnuluttøka hjá teimum og Ægir, har suðuri í Portugal.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.