Tveir ungir norðmenn til Føroyar at kappast

Tey bæði Andrea og Eskil Aleksander Guttormsen hava funnið vegin fram til Svimjihøllina í Gundadali, har Havnar Svimjifelag í hesum døgum skipar fyri svimjistevnu. Andrea er fødd í 2007 og Eskil í 2004, og hoyra tey til Nordlysbyen STK í býnum Alta, heilt har norðuri í Sámalandi í Noregi. Stuttligt at síggja, at summi kunnu ferðast enntá væl suður til Føroyar at kappast 🙂

Eskil og Andrea Guttormsen á SMS Open 2019. Lis í Jákupsstovu eigur myndina.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.