Signhild og Rókur til Lissabon at kappast

Portugisar skipa nú í vikuskiftinum fyri “XI Meeting Internacional de Natação de Lisboa“, har eisini Signhild Joensen og Rókur Trygvason luttaka. Sum skilst verður luttøkan metstór, við einum 663 íðkarum serliga úr Portugal men eisini úr Algeria, Írlandi, Spania, Ungarn og Brasil, umframt við okkara báðum úr Føroyum.

Startlistin sæst her, har vit kunnu lesa at tey bæði kappast í:

  • 5) 50 frí kvinnur, Signhild 27.38 og 8. bestu tilm.tíð
  • 9) 100 rygg kvinnur, Signhild 1:03.01 og 4. bestu tilm.tíð
  • 12) 100 frí menn, Rókur 53.71 og 20. bestu tilm.tíð
  • 14) 100 bringa menn, Rókur 1:06.14 og 11. bestu tilm.tíð
  • 16) 50 frí menn, Rókur 24.44 og 16. bestu tilm.tíð
  • 21) 50 bringa menn, Rókur 30.95 og 15. bestu tilm.tíð
  • 24) 50 rygg kvinnur, Signhild 29.54 og 4. bestu tilm.tíð
  • 31) 200 bringa menn, Rókur 2:24.49 og 13. bestu tilm.tíð
  • 34) 200 rygg kvinnur, Signhild 2:14.01 og 2. bestu tilm.tíð

Úrslitini fara at kunna síggjast her

Fyriskipararnir hava eisini eina Facebook-síðu her

Og so verður har eftir øllum at døma stroyming

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.