IPC strikar Malaysia sum vert fyri HM 2019

Altjóða paraítróttarsambandið IPC skrivar her, at tey í dag hava avgjørt at strika Malaysia sum vert fyri HM í parasvimjing 2019, tí at hesi ikki vilja loyva Ísrael at luttaka, ” free from discrimination, and safely in the Championships”.

Tey leita nú eftir nýggjum verti, til hesa sera týðandi meistarastevnu sum samstundis verður úttøkustevna til Tokyo 2020, og har tey longu væntaðu einar 600 luttakarar úr 60 londum. Ætlanin er enn, at hendan stevna skal vera um somu tíð, sum var 29. juli til 4. august.

Stríðið um ísraelsku luttøkuna hevur koyrt í longri tíð, tí at stjórnin í Malaysia hevur innført bann fyri at Ísrael luttekur á stevnum í Malaysia. IPC mutaði ímóti og fekk enn harðari aftursvar, sum her endurgivið av Reuters hin 16. januar:

Malaysia’s cabinet decided last week that Israelis will not be allowed to enter the country for any event, Foreign Minister Saifuddin Abdullah said on Wednesday.

“Even if we have already committed to hosting an event, they will not be allowed (into the country),” he said in a recording of a press conference heard by Reuters.

“Secondly, Malaysia will not host any event that has representation from or participation of Israel.”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.