Óli og Alvi til Swedish Grand Prix 2019

Sviar skipa nú í vikuskiftinum fyri árliga “Swedish Grand Prix” í Malmö, har eisini Alvi Hjelm og Óli Mortensen luttaka. Startlistin sæst her á livetiming.se, har vit m.a. síggja at Óli verður styrkismettur sum næstbestur í 1500 frí.

Alvi og Óli á Grand Prix Malmö 2017
  • Kap 7, Alvi 59.04 og nr 38 í 100 rygg (25m-tíð)
  • Kap 9, Óli 2:09.43 og nr 11 í 200 firvald
  • Kap 11, Óli 3:58.88 og nr 4 í 400 frí
  • Kap 13, Alvi 2:28.66 og nr 19 í 200 bringu
  • Kap 19, Óli 1:55.39 og nr 21 í 200 frí
  • Kap 19, Alvi 2:01.29 og nr 54 í 200 frí
  • Kap 27, Alvi 2:08.41 og nr 10 í 200 blandað
  • Kap 31, Óli 15:37.57 og nr 2 í 1500 frí

Kappast verður leygardagin 26. og sunnudagin 27. januar 2019, í Hylliebadet í Malmö, við beinleiðis úrslitum her. Sí eisini innbjóðingina her, har tey upplista klokkutíðir osfr.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.