SSF keypt útgerð til at máta kondital við

Svimjisamband Føroya hevur keypt sær mátiútgerð frá kanadisku VO2Master, sum liður í FINA OASP verkætlanini til at byggja eina røð av testum til føroyskar svimjarar. Nýggja útgerðin er ein mobil loysn til at máta og greina iltupptøku hjá íðkarum, og ætla vit fyrst at kanna hvussu eftirfarandi hon er.

Hesir VO2-mátarar er útgerð sum Jón Bjarnason og undirritaði sóu framvísta sum prototypu á HM á stuttgeil 2016 í Windsor, og sum er áhugaverd serliga tí at hon ikki krevur eitt stórt og dýrt apparat, men sum í staðin kann máta sjálv og senda úrslitini beint til teldu ella teldil.

Um hon riggar sum ætlað, so kunnu vit gera hesar royndir fyri so vítt allastaðni, sum vórðu gjørdar á iNOVA á sinni. Útgerðin er ikki vatntøtt, men sóu vit tó eitt dømi um nýtslu í svimjihyli í Kanada, har mált varð á kantinum ímillum svimjingar, og har iltupptøkan so varð framroknað.

Men fyrst mugu vit kanna at so er, við at gera somu konditest á iNOVA, sum við hesari nýggju útgerðini. Tað arbeiðið er í gongd, og verður væntandi gjørt í hesari vikuni.

Innkeypta útgerðin er tvær av hesum maskum við tøkni í mundstykkinum, umframt tvær maskur afturat til at kunna skifta skjótari út ímillum svimjarar, og ein rúgva av eingangsfiltrum. Hartil ein avtala um árligt eftirlit, næstu 3 árini.

Útgerðin er sjálvsagt minst líka vælegnað til annan ítrótt, og er tankin tí eisini at onkunsvegna bjóða øðrum framat, so at sum flest fáa nyttu av henni. Um altso hon riggar 🙂

Her er ein skjót frágreiðing um VO2 Max Test

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.