Úrslit frá SuSvim-stevnuni 12. og 13. januar 2019

Her eru úrslitini frá “SuSvim Specialist 2019” svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri, nú leygardagin og sunnudagin hin 12. og 13. januar 2019. Hartil stigini í hesi serligu ‘Specialist’-kapping fyri einstaklingar og lið, sum høvuðsvenjarin í SuSvim skipaði fyri.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings

Tilsamans vóru tey 88 einstaklingar úr 5 feløgum sum kappaðust 408 ferðir í 30 kappingum, hesar báðar dagarnar í Páls Høll í Vági.

Heiðursmerkjabýtið millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa Íalt
Ægir 14 6 8 28
Havnar Svimjifelag 9 7 11 27
Suðuroyar Svimjifelag 7 14 8 29
Svimjifelagið Flot 2 2
Svimjifelagið Reysti

Hægstu FINA stig

Bestu úrslit máld í FINA stigum, áttu Signhild Joensen úr Ægir við 688 FINA stigum fyri 1:05.81 í 100 metra ryggsvimjing, og Johan N. Dam úr Havnar Svimjifelag við 668 FINA stigum fyri 16:36.29 í 1500 metra frísvimjing

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.