Føroyingar í finalur eisini 2. dag á NM/NJM 2018

Tey avgreiddu næsta umfar av innleiðandi riðlum í morgun, har eisini føroyskir svimjarar megnaðu at svimja seg víðari til finalurnar seinnapartin.


  • Rókur Trygvason skal royna seg í 100 frí, har hann í morgun svam 59.97 í mun til persónligt met 59.37 frá FM á stuttgeil 2018.
  • Johan N. Dam skal royna seg í 100 firvald, har hann í morgun svam 59.73 og persónligt met í mun til 1:00.90 frá HS-stevnu í september.
  • Alvi Hjelm skal royna seg í skjótasta riðli í 400 blandað, har hann í morgun svam 4:26.66 í mun til persónligt met 4:19.91 frá EM á stuttgeil í desember í fjør.
  • Umframt at vit hava lið í 4×200 fyri gentur og menn.

Finalurnar byrja kl 16:30 Oulu-tíð, sum er kl 14:30 í Føroyum og kl 22:30 í Hangzhou. Úrslitini verða at síggja her á livetiming.se, umframt at har er beinleiðis stroyming og ‘live timing‘.

 

 

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.