Vár 8:56.29 og bronsu á NM/NJM 2018

Vár E. Eidesgaard megnaði í kvøld at vinna sær norðurlendskt bronsuheiðursmerki í 800 metra frísvimjing, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2018 svam teinin uppá 8.56.29,  í Oulu í Finnlandi. Sí úrslitalistan her.

Besta tíð hjá Vár er hennara føroyska met á 8:50.79, frá JM/MU í Klaksvík í mai 2017. Bronsutíðin nú er hennara 6. besta nakrantíð, har hon síðani føroyska metið hevur svomið 8:53.57 tá ið hon vann gull á Oyggjaleikum í Visby í juni 2017, og 8:55.20 tá ið hon varð nummar 4 á NM/NJM í Reykjavík í fjør.

Vár varð nú á NM/NJM 2018 eisini nummar 4 í 200 metra frísvimjing, við tíðini 2:02.54, meðan Alvi Hjelm varð nummar 6 í 200 blandað við 2:03.63. Føroysku juniorgenturnar royndu seg hartil í 4×100 frísvimjing, har tær vórðu nummar 6 við 4:06.55.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.