Kristina 2:23.24 og gull í 200 rygg á Køge Open 2018

Kristina í Skála vann sær í gjár gull í 200 rygg á Køge Open 2018, tá ið tey avgreiddu hesa kapping í svimjihøllini í Køge. Hetta er persónligt met hjá henni, har besta tíð til nú var 2:24.70 frá FM á stuttgeil í oktober mánaða.

Kristina kappaðist í bólkinum 13-14 ár, og hoyrir til Havnar Svimjifelag. Hon er úttikin til NJM í Oulu í Finnlandi í desember, vegna úrslit betri enn ásettu kravtíðir í 100 og 200 rygg.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.