Signhild og Magnus víðari til finalu í 50 rygg í Saint-Dizier

Fyrstu riðlar vórðu avgreiddir á stevnuni í Saint-Dizier í dag, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Í 50 rygg svam Signhild Joensen úr Ægir seg víðari til A-finaluna í morgin, við tíðini 29.14 sekund, meðan Magnus Jákupsson sum svimur fyri Danmark eisini kom í A-finalu í morgin við tíðini 25.52 sekund, eisini í 50 rygg. Sí CoSaint-Dizier Natation á Facebook

Tað er eitt sindur fløkjasligt at fylgja við í hasari stevnuni; men tað sær út til at tað verður rættiliga spennandi fyri okkum føroyingar, tá ið Signhild í morgin fer at royna seg eisini í 200 metra ryggsvimjing. Sí mynd niðanfyri.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.