Ægir til Fraklands at venja og kappast

Fyrstaliðið hjá Ægir eru nú í heystferiuni frá hin 14. til 22. oktober farin til Saint-Dizier í Fraklandi at venja og kappast, sum liður í fyrireikingini fram ímóti millum annað FM á stuttgeil 2018. Her er ein mynd frá ferðaliðnum har suðuri, tey heilsa at har eru um 26 hitastig.

Teir 11 svimjararnir frá Ægir, eru Signhild Joensen (2000), Barbara Debes (2000), Sólvá A. Sigurðsson (2002), Rebekka Trygvadóttir (2004), Mirja Sólstein (2003), Jonna Joensen (2005), Sofía Toftegaard (2006), Rókur Trygvason (2000), Martin V. Sivertsen (2002), Denis Thomsen (2000) og Natanael A. Matras (2002). Við teimum er Juan Jaime Arroyo Toledo, høvuðsvenjari hjá Ægir, umframt trý foreldur sum ferðaleiðarar.

Tey venja har í St. Dizier nú í vikuni, og luttaka síðani í vikuskiftinum á 27ème Meeting International de Natation, har í sama býi, sum er einar 3 tímar at koyra, eystur úr París. Sí 27ème Meeting International de Natation á Facebook.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.