Óli silvur á Østdanske Mesterskaber 2018

Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg nú í vikuskiftinum á meistarastevnuni fyri eysturpartin av Danmark, og megnaði Óli har at vinna sær eitt silvurheiðursmerki í 400 metra frísvimjing, meðan Alvi varð nr 4 í 200 blandað.

úrslitalistan her

Óli

  • 400 frí 3:54.80 (738 FINA) – silvur
  • 200 firvald 2:05.51 (647 FINA) – nr 4

Alvi

  • 400 frí 3:59.18 (698 FINA) – nr 6
  • 200 frí 1:54.03 (661 FINA) – nr 8
  • 200 blandað 2:07.30 (648 FINA) – nr 4
  • 50 frí 25.00 (532 FINA) – nr 34

Afturat teimum luttók eisini Frans Johannessen á hesi stevnu, og megnaði hann at vinna sær silvur í 200 frí og 200 blandað. Frans er danskur svimjari, men hevur føroysk foreldur.

Og so luttók eisini Magnus Jákupsson í innleiðandi 50 rygg, har hann svam skjótastu tíð í innleiðandi men meldaði frá finalu. Magnus var upprunaliga føroyskur svimjari, men valdi at skifta til Danmark.

Hesar Øst/Vest-meistarastevnurnar eru eitt slag av upptakt hjá dønum til DMK (Danske Mesterskaber på Kortbane), har Stórabelt er markið ímillum Øst og Vest.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.