Jon varð nr 10 í sínum bólki í Christiansborg Rundt 2018

Tey avgreiddu sum kunnugt Christiansborg Rundt í gjár, har eini 4200 vóru meldað til, annaðhvørt at svimja sum einstaklingar ella sum partur av liðsvimjing. Jon Hestoy luttók í aldursbólkinum 55-59 ár, og svam seg har til eitt respektabult 10. pláss, við tíðini 30 minuttir og 4 sekund.

Her eru nakrar myndir frá tiltakinum í gjár, tiknar av Jesper Westley fyri Dansk Svømmeunion.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.