Sera nógv hugdu at EM 2018

Felagsskapurin hjá evropeiskum kringvørpum avdúkar her at EM 2018 var ein stór succés millum sjónvarpshyggjarar, nú talan var um EM samstundis í fleiri ítróttum. Tilsamans hugdu sjónvarpshyggjararnir einar 567 milliónir tímar at hesum evropameistarastevnum, har t.d. NRK átti 80% av norska marknaðinum, tá ið 400 og 1500 metra finalurnar vóru avgreiddar í frælsum ítrótti, sunnudagin, umframt at tiltakið í síni heild rakk út til 68% av øllum norðmonnum.

Har verður ikki nevnt nakað um hvussu tað nágreiniliga gekst í okkara ítróttum innan FINA og LEN, men hinvegin at serliga frælsur ítróttur var sera vældámdur í Týskalandi (har hetta EM var í Berlin), umframt at smáu ítróttirnir sóu síni tøl vaksa almikið, so at tey t.d. í Póllandi sóu at hyggjaratølini til EM í rógving trífaldaðust.

Í gjár bjóðaði týski staturin Norður-Rín-Vesturfalía uppá EM 2022, sum tá eftir øllum at døma skulu vera í býum sum Dortmund og Køln, har í økinum, sum fyrireiking hjá teimum til at bjóða uppá OL í 2032. Men samstundis eru tað týskarar sum siga at hetta stór-EM eigur at liggja í Berlin. Týskarar eru eftir øllum at døma sera vælnøgdir við hesum tiltakið, sum lisið t.d. í Deutsche Welle.

Hetta er alt sera áhugavert og jaligt fyri tey evropeisku sambond sum valdu at royna hetta slag av EM, við tað at stevnan í prinsippinum er í kapping við Evropeisku Leikirnar hjá evropeisku olympisku nevndini, EOC. Onkunsvegna kennist tað sum um at EM longu hevur vunnið, við tað at tey megna at fáa stórbýir sum Glasgow og Berlin at hava áhuga fyri tiltakinum, meðan Evropeisku Leikirnir vóru fyrst í Baku í 2015 og síðani nú í 2019 í Minsk, og har EM hevur ‘røttu’ EM í ítróttum sum tí frælsa og fimleiki og svimjing, meðan tey í Minsk mugu klára seg púra uttan EM í svimjing, súkkling, rógving, triathlon og golf.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.