Startlistin til EM 2018 í Glasgow klárur

Italsku Microplus hava lagt út hesar startlistar til EM 2018 í Glasgow, sum byrjar um eina viku, fríggjadagin hin 3. august 2018. Har verða vælsagtans nakrar strikingar framdar á tekniska fundinum hin 1. august, men tó so kunnu vit longu nú staðfesta, at føroyingarnir fáa eitt pláss har vit nú plaga at liggja, í lægra endanum men nakað uppi frá botninum.

Føroyska luttøkan á EM 2018 verður sambært hesum listum:

  • K2, 400 frí menn, Alvi Hjelm (1996) 4:06.77 (#38 av 41)
  • K13, 50 rygg kvinnur, Signhild Joensen (2000) 29.96 (#43 av 53)
  • K16, 200 blandað menn, Alvi Hjelm (1996) 2:08.41 (#32 av 35)
  • K25, 100 rygg kvinnur, Signhild Joensen (2000), 1:03.01 (#41 av 53)
  • K34, 200 rygg kvinnur, Signhild Joensen (2000), 2:14.99 (#28 av 32)
  • K40, 400 blandað menn, Alvi Hjelm (1996) 4:31.50 (#32 av 36)

Føroyar verða forrestin her listaðar við olympisku landakotuni “FRO”, heldur enn FINA landakotuni “FAR”, vælsagtans sum ein avleiðing av at hendan stevna er partur av hesi samanrenning har EM samstundis verður avgreitt í súkkling, golf, amboðsfimleiki, rógving og triatlon.

Føroyski hópurin í Glasgow verður hesi bæði Signhild úr Ægir og Alvi úr Havnar Svimjifelag, umframt Ægir-venjari Juan Jaime Arroyo Toledo og SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu. Hartil er Jon Hestoy uppií fyriskipanini av ‘open water’ svimjingini á Loch Lomond, sum umboð fyri LEN.

glasgow2018.com og microplus.it

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.