Ryan Lochte í dopingkarantenu inntil juli 2019

Amerikanski antidopingstovnurin USADA hevur í dag kunngjørt at Ryan Lochte er í 14-mánaðir karantenu, fyri nýtslu av viðgerðarhátti sum er í stríð við antidoping-reglurnar. Og at Lochte hevur góðtikið dómin.

Trupulleikin er at hann í maj mánaða legði eina mynd út á Instagram, har hann sást fáa innspræning í blóðæðrarnar. Hesin viðgerðarhátturin er ólógligur uttan í heilt serligum førum, so sum í sambandi við innlegging á sjúkrahúsi, ella um ein hevur eitt TUE undantaksloyvi, ella um talan er um heilt smáar nøgdir.

USADA kundi ikki gera annað enn at kanna málið, og staðfesti har at hóast talan var um eitt lógligt evni, so var nøgdin og viðgerðarhátturin brot á dopingreglurnar. Og tí fær Lochte hendan dopingdómin á tilsamans 14 mánaðir, frá hin 24. mai tá ið hann fekk innspræningina.

Sí eisini SwimmingWorld

Ryan Lochte Suspended by USADA Until July 2019

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.