So er tað NMU 2018

Hetta vikuskiftið skipa lettar fyri Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2018, við luttøku av eisini 11 føroyskum svimjarum. Kappast verður í Kipsalas høllini í Riga, og sum nakað eru niðurlendingar og sveisarar hartil við sum gestalond.

Tey 11 úr Føroyum eru Alisa Vestergård og Bartal Debess úr Suðuroyar Svimjifelag, Jonna Joensen, Rebekka Trygvadóttir og Martin V. Sivertsen úr Ægir, og Elisabeth Erlendsdóttir, Eyðrið Mortensen, Kristina í Skála, Bartal E. Eidesgaard, Johan N. Dam og Høgni H. Thomassen úr Havnar Svimjifelag.

Av teimum 11 hava trý longu verið leingi á ferð, nevniliga Alisa Vestergård, Rebekka Trygvadóttir og Johan N. Dam, sum í síðstu viku royndi seg fyrst á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Helsinki, og sum nú síðani mánadagin hava verið á ‘mini-venjingarlegu’ í Riga.

Norðurlendsku Meistarastevnurnar hava til nú bara verið fyri limalondini, sum eru Danmark, Estland, Finnland, Føroyar, Ísland, Noregi og Svøríki, umframt hjálimirnir Lettland og Litava. Men av tí at serliga NMU er ein rættiliga serlig stevna, fyri aldursbólkarnar beint undir og yngst á EJM, so hava Niðurlond og Sveis spurgt um tey kunnu sleppa at luttaka eisini, og verður tað nú roynt.

Kappast verður í tveimum stevnupørtum leygardagin hin 14. juli, umframt einum sunnudagin hin 15. juli. Kappingarnar verða avgreiddar sum ‘beinleiðis finalur’, tað vil siga har hvør einstøk kapping verður avgreidd beinanvegin, uttan nakran eftirfylgjandi finalupart.

Við svimjarunum eru venjararnir Jóannes á Fløtti og Rúni Gaardbo, umframt ferðaleiðari Lis í Jákupsstovu og undirritaði formaður Rókur í Jákupsstovu. Hartil hevur ein rúgva av familju valt at ferðast við yvir til Riga, og møguleikarnir burdu tí verið góðir fyri at okkurt frættist heim.

Viðvíkjandi akkurát hvussu tað fer at gangast okkara svimjarum, í kapping ímóti frægastu javngomlu norðurlendingum og nú eisini sterkum niðurlendingum og sveisarum, so skulu vit nokk vænta at kappingin verður sera hørð, og at okkara tí fáa trupult við at náa heiðursmerkjum.

Málið er tí eisini fyrst og fremst at royna at náa sínar egnu bestu tíðir, og at brúka hendan møguleikan til at venja seg við altjóða kapping.

Startlistarnir til NMU 2018 síggjast her á SwimRankings.net, sum tó kunnu broytast nú fram til og við tekniska fundin í kvøld. Úrslitini fara eisini at síggjast har, so hvørt sum kappast verður.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.