Upptakt til fyrsta dag á EJM 2018

Í morgin byrjar Evropeiska JuniorMeistarastevnan í svimjing, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum.

Startlistin til dag 1 sæst her, har vit síggja at føroyingarnir skulu royna seg tilsamans 7 ferðir, hendan fyrsta morgunin.

  • Kapping 1, kvinnur 50 bringu – Rebekka Trygvadóttir 35.29
  • Kapping 3, kvinnur 100 frí – Alisa Vestergård 1:00.65 og Vár E. Eidesgaard 58.12
  • Kapping 4, menn 400 frí – Johan N. Dam 4:14.05
  • Kapping 7, kvinnur 400 blandað – Rebekka Trygvadóttir 5:18.94
  • Kapping 8, menn 200 bringu – Rani Jacobsen 2:36.00 og Rókur Trygvason 2:24.49

Live Timing verður at síggja her og beinleiðis stroyming her

Kappast verður fram til og við sunnudagin. Startlistar og úrslit osfr síggjast her

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.