Svimjifagnaðardagurin 2018 útsettur

Tíverri vóru tilmeldingarnar í so fáar til ætlaða Svimjifagnaðardagin í Klaksvík nú hin 1. juli 2018, og avgjørdi starvsnevnd SSF tí hóskvøldið at heldur vilja útseta hendan dagin til hin 15. ella 16. september 2018.

 

Tey tilmeldaðu skuldu gjarna hava fingið boð í gjár, og annars royna vit í dag at tryggja okkum at eingin møtir til fánýtis í morgin. Av hesum hava longu fleiri meldað aftur, at tey eru klár til dagin eisini mitt í september.

Annars var alt fyri so vítt klárt, har til dømis Joan Kristina hevur verið úti og keypt vatnpistólar, og Sørin hevur skaffað útgerð og stuðul til børnini at kunna royna eina veruliga bjargingarútgerð, við vestum og VIKING báti at blása upp.

Tit frætta meira seinni.

Við svimjikvøðu

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.