Úrslit frá FM á langgeil 2018

Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni á langgeil 2018, sum var í Páls Høll í Vági nú í vikuskiftinum hin 8. til 10. juni. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se umframt her á SwimRankings.

Lyklatøl

Tilsamans vóru tey 63 einstaklingar og 53 lið úr 5 feløgum sum luttóku í teimum tilsamans 40 kappingum á hesum FM.

Heiðursmerkjabýtið millum feløg

Tilsamans 120 heiðursmerki vórðu handaði á hesum FM, harav Havnar Svimjifelag fór við helvtini.

Felag Gull Silvur Bronsa Tilsamans
HS 22 19 19 60
Ægir 13 13 7 33
SuSvim 5 8 14 27
FLOT
Reysti
Tilsamans 40 40 40 120

Heiðursmerkjabýtið millum svimjarar og lið

Tey bæði Óli Mortensen og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag vóru greitt mest vinnandi svimjarar, sum einstaklingar og Óli hartil við liðnum “Ambassadors Hs”.

Navn (føðiár), felag Gull Silvur Bronsa
Óli Mortensen (1996), HS 9 1
Vár Erlingsd. Eidesgaard (2001), HS 8
Rebekka Trygvadóttir (2004), Ægir 4 1
Rókur Trygvason (2000), Ægir 3 3
Signhild Joensen (2000), Ægir 3 2 1
Róland Toftum (1998), SuSvim 3 1
Ambassadors Hs (1996), HS 3
Ægir 1 Kvinnur (2000), Ægir 3
Sára R. Nysted (2001), SuSvim 2 2 1
Alvi Hjelm (1996), HS 2 1 1
Johan N. Dam (2002), HS 4 1
Niels Nattestad (1998), HS 3 4
Gentir Hs 1 (1998), HS 3
Sólvá A. Sigurðsson (2002), Ægir 3
Lena Rannváardóttir (1998), HS 2 4
Eyðrið Mortensen (2003), HS 2 3
Rani Jacobsen (2001), SuSvim 2 3
Barbara Debes (2000), Ægir 2 2
Kristina Í Skála (2005), HS 2
Ægir 1 Menn (2000), Ægir 2
Bartal Debess (2002), SuSvim 1 2
Alisa Vestergård (2003), SuSvim 1 1
Bluesharks Hs 3 (1998), HS 1 1
Rói Bech (2001), SuSvim 1
Susvim Kvinnur (2001), SuSvim 3
Bartal E. Eidesgaard (2003), HS 2
Natanael A. Matras (2002), Ægir 2
Susvim Harrar 1 Lh (2001), SuSvim 2
Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS 1
Jónas Lindenskov Schiller (2003), HS 1
Lea Midjord (2002), SuSvim 1
Malan Jóhansdóttir (2004), Ægir 1
Martin V. Sivertsen (2002), Ægir 1
Petra A. Nielsen (2003), SuSvim 1
Súsanna Tummasardóttir (2001), HS 1
Tilsamans 40 40 40

Føroysk met og juniormet

Tilsamans 3 føroysk met og 2 føroysk juniormet vórðu sett á hesari stevnuni, harav besta mansliðið hjá HS gjørdi ‘hat trick’ við at vinna og seta føroyskt met í øllum trimum stafettum sum teir kundu luttaka í.

Føroysk met

  • HS menn 4:11.85 og føroyskt met í 4×100 blandað
  • HS menn 8:05.01 og føroyskt met í 4×200 frí
  • HS menn 3:40.47 og føroyskt met í 4×100 frí

Føroysk juniormet

  • Ægir dreingir 8:52.91 og juniormet í 4×200 frí
  • Ægir dreingir 3:57.26 og juniormet í 4×100 frí

Nógvar betringar annars

Av teimum 63 sum luttóku í einstaklingakappingum á hesum FM, vóru tað heili 55 sum betraðu seg í minst einari grein, ella umleið 87%

  • Reysti – 5 svimjarar, 5 betraðu seg (100%)
  • Ægir – 14 svimjarar, 13 betraðu seg (93%)
  • SuSvim – 16 svimjarar, 14 betraðu seg (88%)
  • HS – 25 svimjarar, 21 betraðu seg (84%)
  • FLOT – 3 svimjarar, 2 betraðu seg (66%)

Viðmerking: Tann sum ikki betraði seg hjá FLOT, var venjarin 🙂

Landsliðsúttøka

Hesir svimjarar vóru úttiknir til landsliðsuppgávur í summar, nú kravtíðarskeiðið var liðugt, og tey høvdu klárað kravtíð. Onnur verða møguliga tikin út eyka, nú ein av næstu døgunum.

NMU 2018

Til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri ung 2018 vórðu úttikin:

  • úr SuSvim: Alisa Vestergård (2003), Bartal Debess (2002)
  • úr HS: Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003), Eyðrið Mortensen (2003), Høgni Hoydal Thomassen (2002), Johan Nónskarð Dam (2002), Kristina í Skála (2005)
  • úr Ægir: Martin Vágseið Sivertsen, Rebekka Trygvadóttir (2004)

EJM 2018

Til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2018 vórðu úttikin:

  • úr SuSvim: Alisa Vestergård (2003)
  • úr HS: Johan Nónskarð Dam (2002), Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001)
  • úr Ægir: Rókur Trygvason (2000)

EM 2018

Til EvropaMeistarastevnuna 2018 vórðu úttikin:

  • úr Ægir: Signhild Joensen (2000)
  • úr HS: Óli Mortensen (1996)

Ársins svimjarar og stjørnuskot

Nú aftaná lokið svimjiár her heima, vórðu ársins svimjarar og stjørnuskot kosin, av eini dómsnevnd umfatandi venjarar, svimjarar og miðlafólk.

Ársins stjørnuskot

  • Gentur: Alisa Vestergård (2003), SuSvim
  • Dreingir: Johan N. Dam (2002), HS

Ársins svimjarar

  • Kvinnur: Signhild Joensen (2000), Ægir
  • Menn: Óli Mortensen (1996), HS

Bestu avrik á hesum FM

  • Kvinnur: Signhild Joensen (2000), Ægir – 2.15.38 og 769 FINA stig í 200 rygg
  • Menn: Óli Mortensen (1996), HS – 4:03.03 og 742 FINA stig í 400 frí

Ger viðmerking