FINA kunngjørt uppskot til kravtíðir til OL í Tokyo 2020

FINA hevur kunngjørt hetta skjal um kravtíðir til Olympisku Leikir 2020 í Tokyo, sum væl at merkja fyrst skal endaliga góðkennast í desember 2018. Fyri okkum føroyingar er tað mest áhugaverda, at Signhild Joensen úr Ægir hevur svomið skjótari enn kravtíðin í 200 metra ryggsvimjing!

Signhild hevur nevniliga svomið 2:14.01 í 200 metra ryggsvimjing, har uppskotið til kravtíð frá FINA er 2:14.30. Hetta er, so vítt eg dugi at síggja, einasta úrslit sum er skjótari enn hesar nú ásettu kravtíðir, hjá føroyingum sum svimja í løtuni.

Men gevið nú gætur at kravtíðin skal klárast á serliga góðkendum stevnum, í kravtíðarskeiðnum sum FINA nú sigur verður frá 1. mars 2019 til 29. juni 2020. Og at vit tíverri enn eru undirløgd tey herdu krøv sum Dansk Olympisk Komité mest sannlíkt fer at áseta, so leingi sum vit ikki hava okkara egna OL-limaskap.

Danir leggja vanliga sínar kravtíðir til at liggja nærri at A-kravtíðini frá FINA, har nevnda 2:14.30 er uppskotið til B-kravtíð frá FINA, og A-kravtíðin so aftur 2:10.39. Hartil hava danir í øllum førum til seinastu leikir ásett nakrar heilt serligar og fáar OL-úttøkustevnur, sum til OL 2020 vildi verið HM 2019 og Danish Open 2020.

Ger viðmerking