So er tað Aldursbólkameistarastevnan 2018

Svimjisambandið og Ægir skipa nú 10. til 12. mai fyri Aldursbólkameistarastevnuna 2018, í Klaksvíkar Svimjihøll. Einir 118 svimjarar fara at kappast hesar tríggjar dagarnar, um at gerast meistarar í teimum aldursbólkum sum tey hoyra til.

Hetta er stevnan sum fyrr æt JuniorMeistarastevnan og Meistarastevnan fyri Ung (JM/MU), ið nú er víðkað til eisini at umfata seniorbólkin, og sum tí hevur skift navn til at eita aldursbólkameistarastevnan (ABMS).

Sum nakað heilt serligt, er hendan stevna hartil góðkend av FINA sum úttøkustevna til HM í Kina í desember, sum bara ein av tveimum stevnum í danska ríkisfelagsskapinum í ár. Hin stevnan verður FM á stuttgeil í november.

FINA kravdi at vit skaffaðu tveir altjóða dómarar til stevnuna, og er eitt dómarapar úr Íslandi tí á veg til Føroya, at vera yvirdómari og startari nú í Klaksvík.

Startlistarnir síggjast her á LiveTiming.se, umframt her:

Ger viðmerking