100 dagar til fyrsta fleirítrótta-EM

Í dag eru 100 dagar til Evropameistarastevnuna 2018, sum verður søgulig við tað at hetta er fyrsta veruliga samskipaða EM í svimjing, rógving, fimleiki, súkkling, frælsum ítrótti, triatlon og golf. Glasgow og Berlin verða í felag vertir fyri hesi stevnu, soleiðis at tað í Berlin verða eini 1500 sum fara at kappast í frælsum ítrótti, og í Glasgow eini 3200 sum fara at kappast í hinum ítróttunum.

Hetta stóra EM verður frá 2. til 12. august í Glasgow, og í Berlin frá 7. til 12. august. Úr Føroyum er ætlanin at senda í øllum førum ein avmarkaðan hóp av føroyskum svimjarum, umframt at vit eru onnur sum fara at loysa ymiskar uppgávur har, so sum Jon Hestoy í sambandi við ‘open water’ stevnuna á Loch Lomond.

Stevnan verður sjónvarpað til eina fjøld ið tey meta kanna verða upp til 1.03 milliard menniskju, og verður tað hartil skipað fyri øllum møguligum mentanarligum tiltøk í Skotlandi eisini, um sama mundi, sí Festival 2018

Hendan stevna er ikki eitt forleingilsi av Evropeisku Leikum, sum evropeiska olympiska nevndin skipaði fyri í Baku í 2019, men heldur eitt samtak millum nevndu ítróttir og evropeiska sjónvarpsfelagsskapin EBU. Næstu evropeisku leikir verða í Minsk í Hvítarusslandi í 2019, uttan svimjing.

Glasgow2018.com og Berlin2018.info

Ger viðmerking