Signhild 2:14.99 og gull í 200 rygg á Bergen Swim Festival 2018

Signhild Joensen megnaði í gjár at vinna altjóða gullheiðursmerki eisini í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon í finaluni á Bergen Swim Festival 2018 svam teinini uppá 2:14.99.

Signhild Joensen gull í 50 rygg á BSF 2018. Anita Nysted eigur myndina.

Signhild eigur føroyska metið og juniormetið á 2:14.01, frá tí hon í fjør vann gull í finaluni á Danish Open 2017.

Ger viðmerking