Vár junior-gull í 200 frí á Bergen Swim Festival 2018

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann sær í gjár altjóða gullheiðursmerki í 200 metra frísvimjing fyri juniorar, tá ið hon í finaluni í 200 metra frísvimjing á Bergen Swim Festival 2018 svam teinin uppá 2:07.26.

Vár E. Eidesgaard gull í 100 frí fyri juniorar, á BSF 2018. Anita Nysted eigur myndina.

Hetta var eisini stórt persónligt met hjá Vár, í mun til hennara 2:08.38 frá SuSvim-stevnu í februar mánaða. Sára Ryggshamar Nysted eigur føroyska metið og juniormetið á 2:05.66, frá evropeisku juniormeistarastevnuni í Hodmezovasarhely í Ungarn í 2016.

Ger viðmerking