So er tað Bergen Swim Festival 2018

Í morgin byrjar altjóða svimjistevnan Bergen Swim Festival 2018, við luttøku av eisini 18 føroyskum svimjarum. Startlistarnir síggjast her, sum benda á at vit fara at síggja í øllum førum nakrar føroyskar svimjarar í finalum, og kanska vinna okkurt heiðursmerki, hóast kappingin er sera hørð.

Føroyski hópurin umborð á Atlantic Airways. Anita Nysted eigur myndina.

Teir 18 svimjararnir eru:

  • úr Havnar Svimjifelag: Beinta P. Debes (1997), Eyðrið Mortensen (2003), Johan N. Dam (2002), Lena Rannváardóttir (1998), Marius I. Gardshodn (1998), Niels Nattestad (1998), Vár E. Eidesgaard (2001)
  • úr Ægir: Barbara Debes (2002), Rebekka Trygvadóttir (2004), Rókur Trygvason (2000), Signhild Joensen (2000), Sólvá A. Sigurðsson (2002)
  • úr Suðuroyar Svimjifelag: Alisa Vestergård (2003), Rani Jacobsen (2001), Róland Toftum (1998), Sára R. Nysted (2001)
  • úr svimjifelagnum Reysta: Ásbjørg Hjelm (1999)
  • úr svimjifelagnum FLOT: Birita Debes (1995)

Við teimum eru venjarar Juan Jaime Arroyo Toledo úr Ægir, Jóannes á Fløtti úr Havnar Svimjifelag, Dánjal Martin Hofgaard úr Suðuroyar Svimjifelag og Eva Trygvadóttir úr Reysta, umframt ferðaleiðari Anita Ryggshamar Nysted, næstformaður í Svimjisambandi Føroya.

Stevnan verður eftir øllum at døma stroymað beinleiðis á livestream.com, umframt at norska TV2 fer at sjónvarpa beinleiðis frá finalunum fríggjadag og leygardag.

Afturat hesum verða úrslitini at síggja beinleiðis her á livetiming.se, umframt at okkurt ‘‘SuperLive’ verður at síggja her.

Kappingartíðirnar eru hesar:

  • Fríggjadag 13. apríl – Innleiðandi riðlar frá kl 09:00, finalur frá kl 17:00
  • Leygardag 14. apríl – Innleiðandi riðlar frá kl 09:00, finalur frá kl 17:00
  • Sunnudag 15. apríl – Innleiðandi riðlar frá kl 09:00, finalur frá kl 16:00

Tíðirnar eru ‘norsk tíð’, sum er ein tíma frammanfyri føroysk.

Út yvir at vera ein spennandi svimjistevna, so er hendan luttøka eisini ein roynd hjá Svimjisambandinum at byggja upp ein so góðan liðanda sum gjørligt á føroyska svimjilandsliðnum, sum tann ið vit nú í øllum førum  nakrar ferðir hava sæð á Oyggjaleikum.

Hópurin nú minnir um tann sum vit typiskt senda til Oyggjaleikir, og skjótt er jú bara eitt ár til Gibraltar, har Svimjisambandið avgjørt ætlar sær aftur at royna at markera seg.

Vit fylgja við sum væl vit kunnu, nú hesi 18 kappast í Bergen, samstundis sum Óli og Alvi kappast á Danish Open í Keypmannahavn, og undirritaði saman við Djóna og Hestoy fara á norðurlendskan aðalfund í Reykjavík.

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking