Óli í besta riðli í 1500 frí á Swim Open Stockholm 2018

Óli Mortensen skal nú seinnapartin royna seg í 1500 metra frísvimjing á Swim Open Stockholm 2018, við 8. bestu tíð av teimum tilsamans umleið 45 í hesi kapping. Hann lá upprunaliga til at verða beint uttanfyri skjótasta riðil, men kom nú inn vegna frámeldingar hjá øðrum svimjarum.

Skjótasti riðil sæst til dømis í svenska Eurosport, umframt sum stroyming her. Tað er eingin ivi um at kappingin verður sera hørð, nú luttakararnir eru til dømis ukrainski Mykhaylo Romanchuk sum vann silvur á HM í Budapest í fjør summar, og Sergiy Frolov og Wojciech Wojdak sum vóru í finaluni eisini tá.

Ger viðmerking