Óli og Alvi til Swim Open Stockholm 2018

Sviar skipa nú 5. til 8. apríl fyri Swim Open Stockholm 2018, har eisini føroyingar luttaka. Óli Mortensen fer at royna seg í 400, 800 og 1500 frí, meðan Alvi Hjelm fer at royna seg í 400 frí umframt 200 og 400 blandað.

Alvi og Óli í Sabadell

Swim Open Stockholm er vaksin til at vera ein hin allarsterkasta svimjistevnan í Norðurevropa, og sæst tað aftur í styrkismetingini hjá teimum báðum føroyingum. Langt frammi ímillum luttakararnar, men tó eisini við nógvar av heimsins bestu frammanfyri seg.

  • 400 frí menn: Óli 3:57.61 og nr 15 av 113, Alvi 4:06.77 og nr 35
  • 800 frí menn: Óli 8:13.24 og nr 16 av 65
  • 1500 frí menn: Óli 15:40.36 og nr 13 av 51
  • 200 blandað menn: Alvi 2:10.36 og nr 40 av 165
  • 400 blandað menn: Alvi 4:34.12 og nr 13 av 75

Svenska svimjisambandið hevur eitt yvirlit her, yvir hvar ein finnur startlistar og úrslit og beinleiðis stroyming og so framvegis.

 

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.