Svimjiførleikakanningin 2018 sett í verk

Svimjisamband Føroya sendir í hesum døgum oyðubløð út til allar føroyskar skúlar, til føroysk skúlabørn í fimta flokki at fylla út. Hetta er endurtøka av líknandi kanning í 2011 við spurningum, sum eru líkir teimum, ið verða settir eisini í grannalondum sum Danmark og Noregi.

Kanningin verður gjørd eftir góðkenning frá Mentamálaráðnum og við vegleiðing frá Dátueftirlitinum, umframt at vit hava beinleiðis samband til hvønn skúla sær.

Endamálið er at staðfesta svimjiførleikan hjá føroyskum skúlabørnum umframt teirra hug og møguleika at svimja. Fimti flokkur er valdur til at hava samanberiligan aldur við tey, sum verða spurd í til dømis Danmark og Noregi, og við tey í Føroyum, sum vórðu spurd í 2011.

Tað, sum ger okkara kanning heilt serstaka, er, at vit hava møguleika og evni at fáa svar frá øllum hesum børnum heldur enn bara frá einum parti av teimum. Tí verður eisini rættiliga nógv lagt fyri at fáa allar skúlar at svara.
Fyrstu brævbjálvar vórðu sendir út í gjár, umframt at Djóni nú hevur verið ein túr runt í skúlunum í Havn við hesum oyðubløðum. Restin fer á posthúsið í dag og kemur so vónandi fram í vikuni.

Vit í Svimjisambandinum eru sera spent upp á, hvussu úrslitini verða og hava í hesum sambandi eisini longu gjøgnumført eina spurnarkanning, sum er partur av regluligu kanningunum, sum Gallup ger fyr at síggja, hvussu vaksin svara spurningum av hesum slag.

Hesi úrslit verða tó fyribils ikki almannakunngjørd, fyrr enn vit vita, at skúlabørnini hava svarað. Hetta fyri, at tað ikki skal skeikla úrslitið av svarum hjá børnunum.

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking