Landsliðslega í Vági 16. til 18. mars 2018

Svimjisamband Føroya skipar í hesum døgum fyri landsliðslegu í Páls Høll í Vági, fyri teimum svimjarum sum hava klárað kravtíð til Danish Open 2018. Hesuferð eru tað høvuðsvenjararnir úr teimum feløgum har svimjararnir til dagliga venja, sum skipa fyri sjálvari venjingini á landsliðsleguni, umframt at Pál Joensen er komin heim at geva burturav sínum royndum sum úrvalssvimjari á heimssstøði.

SSF hevur valt Ægir-venjaran Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo til høvuðslandsliðsvenjara í hesi verkætlan, har venjingarlegan í Vági er hugsað sum beinleiðis fyrireiking til luttøkuna á Danish Open 2018, umframt sjálvsagt eisini síðani til meistarastevnurnar í summar. Tað er tí eisini hann sum stendur á odda fyri venjingini nú á leguni, í samráð við høvuðsvenjararnar í Havnar Svimjifelag og Suðuroyar Svimjifelag.

Høvuðsevnið er ‘mjólkarsýra’, har tey í gjár royndu ein venjingarhátt til skjótari at sleppa av við mjólkarsýru, aftaná harða venjing, fyri síðani í dag at hava tvær sera harðar venjingar – í morgun við dent á at framleiða mjólkarsýru, og í kvøld við dent á at tola mjólkarsýru. Hvør einstøk venjing endar við hesi serligu útsvimjing hjá Jjaime, til at vita um svimjararnir ikki kunnu sleppa av við mjólkarsýruna aftur, og á tann hátt verða skjótari klár til næstu venjing eisini.

Men hart er tað, óansæð.

Í steðginum í dag, hevði Pál so sítt fyrsta prát við svimjararnar, har hann greiddi frá sínum royndum sum úrvalssvimjara, umframt at greiða eitt sindur minni tekniskt frá hesum við mjólkarsýru og so framvegis. Í morgin verður tað sum skilst meira ‘hands-on’, og afturat hesum er hann so við á kantinum eisini, tá ið tey venja, og til tey ‘team building’ tiltøk sum venjarar og Pál sjálvur skipa fyri.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.