Óli og Alvi í finalur eisini 2. dag í Sabadell

Óli Mortensen og Alvi Hjelm verða at síggja í finalum eisini 2. dag á Trofeu CN Sabadell, nú teir kundu vísa á tilmeldingartíðir sum kvalifiseraðu teir beinleiðis til skjótastu riðlar í ávikavíst 400 frí og 400 blandað.

Alvi og Óli í Sabadell

Óli hevur 3:57.61 og fimtbestu tilmeldingartíð í 400 frí, meðan Alvi hevur 4:30.17 og sjeyndbestu tilmeldingartíð í 400 blandað.

Í morgun hevur Alvi so roynt seg eisini í 400 frí, har hann svam 4:10.26 og triðbestu tíð av teimum sum ikki eru beinleiðis víðari til skjótasta riðil. Og Óli hevur roynt seg í 100 firvald, har hann svam 59.72 og 20. bestu tíð av teimum 43 luttakandi.

Ger viðmerking