Óhugnaliga nógvar druknivanlukkur í Grønlandi

Hóast Grønland og Føroyar hava umleið sama fólkatal, so eru tað nógv fleiri druknivanlukkur í Grønlandi, og her serliga av slagnum har eitt fólk í báti druknar.

Image courtesy of Jerzy Strzelecki / Wikimedia Commons, CC BY-SA 3.0

Í Føroyum druknaðu 33 fólk í tíðarskeiðnum frá 2000 til 2014, sum eru í meðal 2.4 um árið, ella sambært veruligu skrásetingunum millum 1 og 4, hvørt ár.

Í Grønlandi druknaðu 14 ella 15 í 2017, harav fýra í syndarligari tsunami-vanlukku, og hini yvirhøvur í bátavanlukku. Eitt orð sum er afturvendandi í skrásetingunum, er ‘jolle’.

Nù kunnu nógvar orsøkir vera til at fólk drukna, so sum væntandi bjargingarútgerð og kuldi. Men í øllum førum eru tølini hjá grønlendingum óhugnalig.

Ger viðmerking