Føroysk úrslit á 8° Trofeo Città di Milano

Her lista vit upp føroysk úrslit á 8° Trofeo Città di Milano, har tey bæði Rókur Trygvason og Signhild Joensen úr Ægir royndu seg. Signhild vann sær í gjár silvurheiðursmerki í 200 rygg, meðan Rókur í gjár og í dag hevur sett persónligt met í 50 og 100 bringu. Sí úrslitalistarnar her.

Fríggjamorgun 9. mars 2018innleiðandi riðlar

Rókur Trygvason (2000), Ægir

  • 55.72 og nr 62 av 73 í 100 frí
  • 31.52 og nr 29 av 37 í 50 bringu  – persónligt met
  • 2:27.00 og nr 19 av 29 í 200 bringu

Signhild Joensen (2000), Ægir

  • 30.15 og nr 11 av 38 í 50 rygg
  • 2:16.29 og nr 3 av 28 í 200 rygg – undir EM-kravtíð og í finalu

Fríggjadag 9. mars 2018finalur

Signhild Joensen (2000), Ægir

  • 2:15.66 og nr 2 av 8 í 200 rygg – undir EM-kravtíð og silvur

Leygarmorgun 10. mars 2018innleiðandi riðlar

Rókur Trygvason (2000), Ægir

  • 1:07.67 og nr 24 av 36 í 100 bringu – persónligt met

Signhild Joensen (2000), Ægir

  • 1:04.01 og nr 9 av 40 í 100 rygg

Ger viðmerking