Alvi og Óli til Trofeu CN Sabadell

Hetta vikuskiftið kappast Alvi Hjelm og Óli Mortensen á Trofeu CN Sabadell í Katalonia, saman við liðfelagum sínum í Hovedstadens Svømmeklub. Og tað kann verða heilt spennandi – Óli hevur næstbestu tilmeldingartíð í 1500 frí og fimtbestu í 400 frí, meðan Alvi hevur sjeyndbestu bæði í 200 og 400 blandað.

Alvi og Óli í Sabadell

Stevnan hevur fingið hjáheiti TR Paulus Wildeboer, til minnis um tiltikna niðurlendska venjaran sum var venjari leingi í Spania, áðrenn hann gjørdist landsliðsvenjari hjá Danmark, og millum annað vandi Lotte Friis og Jeanette Ottesen til heimsmeistaraheiti, umframt Pál Joensen til HM-bronsu. Olaf Wildeboer, sonur Paulus, er nú venjari hjá Alva og Óla.

Startlistin til stevnuna sæst her, og teir báðir í Katalona heilsa at eitt slag av ‘live timing’ eisini verður at síggja her. Kappast verður í Piscines Carles Ibars í Sabadell, leygardag 10. og sunnudag 11. mars 2018, við innleiðandi riðlum frá kl 9.30 og finalum frá kl 16:30, Katalonia tíð, sum er ávíkavist kl 8:30 og 15:30 her í Føroyum.

Ger viðmerking