Væleydnað SSF ráðstevna við Gjógv

Svimjisamband Føroya skipaði nú í vikuskiftinum fyri ráðstevnu í Gjáargarði við Gjógv, fyri nevndarlimum í SSF og føroysku svimjifeløgunum, umframt umboðum fyri Svimjiskúla Føroya. Hetta gjørdist nakrir sera produktivir dagar, við fokus á serliga tað sum skal gerast hetta komandi árið og fram til summarið 2019.

Ráðstevnan byrjaði við kalendarafundi fríggjakvøldið, har vit fingu tær týdningarmestu stevnurnar uppá pláss til svimjiárið 2018-2019, íroknað ætlan um eina altjóða ‘open’ stevnu í Føroyum í 2019.

Leygarmorgunin byrjaði við stuttligum ‘team building’ aktivitetum undir leiðslu av ítróttarsálarfrøðiliga ráðgevanum Jón Gregersen, áðrenn vit upphitaði fóru undir hugarok til at avgera hvat sum vit vildu gera seinni sama dag, og sunnumorgunin.

Aftaná døgverða var so høvuðsattraktiónin á hesi stevnu, tá ið Jón Gregersen legði fram sína eftirmeting av føroyskari landsliðssvimjing, aftaná í vetur at hava verið eygleiðari og ráðgevi á landsliðslegu í Klaksvík, á NM í Reykjavík og EM á stuttgeil í Keypmannahavn.

Ein sera áhugaverd framløga, sum heilt sikkurt fer at at ávirka landsliðsvirksemið umframt dagliga virksemið úti í feløgum, til tað betra. Sum heild eru øll so mikið væl nøgd við hesa byrjan uppá veruligt ítróttarsálarligt arbeiði í føroyskari svimjing, at vit ynskja at halda áfram við átakinum, í øllum førum fram til 2020.

Aftaná hetta varð so skipað fyri fýra verkstovum, at viðgera og gjarna finna loysnir beinanvegin uppá viðurskifti sum annars eru ring at finna tíð til. Hetta gjørdust tveir sera produktivir tímar, har vit fingu viðgjørt og tillagað okkara stevnureglugerð, svimjiskúla og lívbjargingarátak, umframt leiðireglur og tilbúgving ísv antidoping.

Aftaná hetta var málið fyri so vítt rokkið, til at vit kundu kalla hesa ráðstevnu fyri væleydnaða. Men, fólk vóru enn vakin og vaks, og fingu vit tí bæði snøklar ísv kalendaran uppá pláss aftaná náttverða leygarkvøldið, umframt okkurt eyka til stevnureglugerðina sunnumorgunin, íroknað eitt ætlað forboð ímóti at lata børn svimja í dýrum kappsvimjiklæðum.

Afturat hesum var sjálvsagt hugni um kvøldið og í fríløtum, við spurnarkappingum og líknandi. Sum heild eitt sera gevandi vikuskifti, føroyskari svimjing at frama, við úrslitum sum í stóran mun fara at kunna síggjast antin beinanvegin ella í nærmastu framtíð.

Longu nú varð avtala gjørd um næstu SSF ráðstevnu, at vera í Suðuroy um somu tíð í 2019. Hetta verður tað triðja stevnan í røðini, síðani vit tóku hendan tátt upp við ráðstevnu í Skálavík í fjør.

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking