Vár 27.17 og føroyskt juniormet í 50 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 50 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 27.17 sekund.

Guðrun Mortensen átti nú farna juniormetið á 27.23 sekund, frá EM í Debrecen í mai 2012, meðan besta tíð hjá Vár var 27.26 sekund áðrenn hetta, frá SuSvim-stevnu í januar mánaða. Astrið Foldarskarð eigur føroyska metið á 27.06 sekund, frá Danish Open í 2016.

Vár er árgang 2001 og svimur fyri Havnar Svimjifelag.

Vár í Páls Høll. Erling Eidesgaard eigur myndina.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.