Langhylurin komin í langdrag

Bæði vit í Havnar Svimjifelag og stóra fjøldin av virknum svimjarum í Tórshavnar kommunu settu sítt álit á, at nú ein fyrrverandi elitusvimjari settist í borgarstjórasessin, so fór ætlanin at byggja ein langhyl í Gundadali at halda. Vit hugsaðu øll, at nú kundi einki seinka byggingini. Tí fingu vit sum vátan vøtt frammaná henda dagin, tá býráðsmeirilutin boðaði frá, at ætlanin nú verður útsett. Kundi tað hugsast, at gamli landsliðssvimjarin í borgarstjórasessinum hevði gloymt svimjingina, ella var hon komin í minniluta í sínum egna meiriluta?

Grundgevingin hjá býráðssamgonguni fyri at útseta er, at tað eru ov nógvar stórar íløgur í gongd í senn í kommununi. Tað er ivaleyst skynsamt at ansa eftir, at ikki alt ov nógv virksemi er, tí tað hitar búskapin, verður sagt. Men hvørjar íløgur verða framdar og nær, er nú einaferð eitt politiskt val, sum býráðið einsamalt ger. Tað vil so við øðrum orðum siga, at býráðið hevur valt aðrar íløgur innan ítróttina framum langhylin. Tað er eyðsæð, at býráðið heldur, at tað er skilabetri at gera íløgur í alskyns hallir, Tórsvøll, fóltbóltsvallir og nú eisini golfvøll.

Ein onnur grundgeving býraðið gevur er, at virksemið skal fíggjast innan fyri sokallaða íløgukarmin og uttan lántøku. “Innan fyri íløgukarmin” tykist vera eitt mantra, ið er lætt er at tríva í. Vert er tó at leggja til merkis, at støddin á íløgukarminum verður frítt ásett av býráðnum sjálvum. Rætt er tað, at ein langhylur kostar nógvar pengar, men samanbera vit við, hvat høllin í Gundadali kostaði í 1982, hóast hon tá var rættiliga dýr, og hvat fíggjarlógin hjá kommununi var tá, so er ringt at skilja, at ein íløga upp á einar 100 mió. kr. í dag er so trupul at fara undir, nú inntøkurnar hjá kommununi tátta í eina milliard – forrestin júst 100 mió. kr. meir enn árið fyri. Sjálvandi er fíggjarliga avbjóðingin við langhylinum eingin trupulleiki fyri eina fíggjarliga so sterka kommunu sum Havnina.

Í 1959, tá gamli uttandura hylurin í Gundadali varð tikin í brúk, búðu um 8.000 fólk í Havn. Hylurinhevði seks geilir og var 25 metrar til longdar. Nú, vit skriva 2018, hevur hylurin hjá kommununi framvegis 6 geilir og er framvegis 25 metrar til longdar, men nú búgva góð 20.000 fólk í kommununi. Rokna vit so, hvussu nógvar litrar av vatni, hvør borgari hevur at svimja í, so høvdu havnarfólk 62 litrar í part í 1959 at svimja í, meðan vit í dag hava minni enn 25 litrar í part. So eyðsýnt er, at her hava ávís viðurskifti als ikki fylgt við.

Verandi høll í Gundadali er ikki longur nakar ársungi. Hon varð tikin í brúk í december í 1982 og er sostatt 36 ára gomul, og tað verða støðugt gjørdar størri og størri umvælingar, nú høllin er farin langt út um “best before date”. Vit hava sæð dømir í grannalondum, har, at síggja til, væl hildnar hallir eru stongdar frá degi til dags, tí okkurt álvsarligt aldursrelaterað brek brádliga er komið undan kavi. Hendir hetta í Gundadali, so kunnu havnarborgarar standa uttan svimjihyl í fleiri ár. Hetta var støðan í 50unum, tá tey harðførastu einki annað val høvdu enn at fara á bláman at svimja. Vilja vit risikera slíkar tilstandir aftur?

Alt gott um at gera íløgur í breiðan ítrótt. Tað skal kommunan sjálvandi gera. Men tað skerst nú ikki burtur, at ávísar ítróttargreinar hava størri týdning enn aðrar fyri okkara umrøðu úti í heimi. Her hevur fótbólturin sjálvandi havt stóran týdning, men so sanniliga eisini svimjingin. Okkara svimjarar svimja í dag frammaliga millum Norðurlond og í ávísum førum eisini í heimselituni. Tað er ikki reyp, men ein sannroynd, at eingin onnur ítróttargrein hevur fingið sínar íðkarar so langt fram á altjóða pallin sum svimjingin. Men tað er eisini ein sannroynd, at eingin onnur ítróttargrein setir so stór krøv til venjing sum svimjingin, og her eru umstøðurnar langt frá nøktandi í Tórshavnar kommunu.

Eitt annað, sum átti at talt við, tá býráðið raðfestir allar hesar íløgur innan ítróttin er, hvussu stóran týdning íløgan í nýggjan svimjihyl hevur fyri trivnaðin hjá vanliga fólkinum í kommununi. Her er tað enn ein sannroynd, at neyvan nøkur onnur ítróttargein hevur so stóra fólksliga undirtøku sum svimjingin. Svimjihøllin hevur í nógv ár verið alt ov lítil og hevur í dag meira enn 200.000 vitjandi um árið. Frá morgni til myrkurs streyma borgarar til høllina, og ger hetta sjálvandi, at kappingin um sparsomu litrarnar av vatni er tess størri.

At øll tey seinastu stóru skúlaprojektini í Tórshavnar kommunu eru gjøgnumførd uttan svimjihyljar ger bara støðuna meira kritiska. Tí í takt við at plássið er minkað í Gundadali og skúlahyljar eru farnir í søguna, er frálæran í svimjing nógv versnað. Tað gongur tí av álvara eftir hali við svimjiførleikanum hjá komandi generatiónum í Havn. Hetta, í sær sjálvum, átti at verið besta argumentið fyri at fingið svimjiumstøðurnar í Havn dagførdar í dag heldur enn í morgin. Tí neyvan nakra aðrastaðni í heiminum er tað sonevnda “váta elementið” so tætt við okkara lív og gerandisdag, sum her hjá okkum. Úr so at siga hvørjum einasta glugga í landinum, síggja vit havið. So hendan ítróttargreinin er, sum tann einasta, beinleiðis lívbjargandi.

Eitt er, hvat borgarin í Havn og Havnar Svimjifelag raðfestir, eitt annað er, hvat býráðið raðfestir. Tað er nú einaferð býráðið, sum er myndugleikin og eigur avgerðina. Eg síggi, at Annika Olsen, býráðsformaður bert nevnir tvey viðurskifti innan ítróttina í fororðinum til fíggjarlógina fyri 2018, og eru tað Tórsvøllur og golfvøllurin. Tað er so hennara og meirilutans val.

Spell, at svimjingin ikki vann seg betur fram í politisku raðfestingini.

Erling Eidesgaard
formaður í Havnar Svimjifelag

Ger viðmerking