Signa Vár 4 silvur- og 1 bronsuheiðursmerki á Malmø Open 2018

Signa Vár Dávadóttir, sum dagliga venur við 3. liði hjá Havnar Svimjifelag umframt við Parasport Føroyar, fekk væl burturúr luttøkuni á Malmø Open 2018. Hon varð tilmeldað í fimm greinum og tað gav heiðursmerki í øllum fimm.

Kappingar sum hendan eru bólkabýttar, har Signa Vár ber brekið autisma og tískil kappast innan bólkin S14.

Signa Vár á Malmø Open 2018. Barbara Holm eigur myndina.

Hennara tíðir hesuferð:

  • 200 frí 02:41.38 (2)
  • 400 frí 05:35.53 (2)
  • 200 blandað 03:04.46 (3)
  • 50 firvald 00:37.52 (2)
  • 100 rygg 01:24.55 (2) Nýtt persónligt met

Hinir føroysku svimjararnir Ábraham, Ári og Laura kláraðu seg yvirhøvur eisini heilt væl og gjørdu sær góðar royndir í tí at fara avstað til stórar kappingar.
Úrslitini síggjast her á livetiming.se

Ferðalagið hjá Parasport Føroyar er á veg heim og lenda í Vágunum í kvøld.

Ger viðmerking