Norðmenn sett forboð fyri dýrum svimjiklæðum til børn undir 13

Stjórnin í Norges Svømmeforbund hevur samtykt at børn undir 13 ár ikki eiga at nýta tær kappingardraktir og -buksur sum í dag ofta kosta fleiri túsund krónur stykkið, men heldur halda seg til at keypa vanlig svimjiklæðir fyri kanska uppí 500 krónur stykkið.

Hetta tí at hesi klæðir sambært norðmonnum “absolutt ikke nødvendig for å oppnå gode resultater”, og til at umganga at børn og foreldur kenna seg kroyst til at bera hendan óneyðuga eykakostnað. Lesið her á svomming.no

Hetta við banninum er ikki beinleiðis eitt norskt uppfinnilsi, tí í USA hava tey eisini eftirmett hesa møguliga neiligu ávirkan sum dýru draktirnar hava, so at familjur velja svimjingina frá vegna økta kostnaðin. Og har hava fleiri stats-sambond valt at innføra bann, so sum New Jersey, Iowa, Southern California, Arkanska, Maine og New England.

https://www.swimmingworldmagazine.com/news/usa-swimming-is-reviewing-the-price-impact-of-technical-swim-suits-on-age-group-competitions/

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.