Tjúgu heiðursmerkir til Ægir í Reykjavík

Tað gekk bara heilt ókey hjá Ægir úr Klaksvík, nú kappast varð á Reykjavík International Games 2018. Tilsamans vunnu tey 7 gull, 6 silvur og 7 bronsur, og vóru hartil sum skilst triðbesta felag á stevnuni, í mun til fimtbesta í fjør.

Heiðursmerkir í kappingini 14 ár og yngri

  • Rebekka Trygvadóttir (2004) 5 gull, 2 silvur, 1 bronsu
  • Marius Steinhólm (2005) 1 bronsu

Heiðursmerkir í opnu kappingini fyri allar aldursbólkar

  • Signhild Joensen (2000) 1 gull, 2 silvur, 1 bronsu
  • Jana B. Thomsen (2000) 1 gull, 1 bronsu
  • Rókur Trygvason (2000) 2 silvur, 2 bronsur
  • Rebekka Trygvadóttir (2004) 1 bronsu

Signhild triðbesta avrik á RIG 2018

Aftaná svimjistevnuna vórðu teir svimjarar heiðraðir, sum høvdu svomið seg til bestu avrik á stevnuni, mált í FINA-stigum.

Og her var Signhild Joensen (2000) so hin triðbesti svimjarin á hesi stevnu, við tíðini 2:18.16 í 200 metra ryggsvimjing.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.