Flott úrslit til Ægir eisini triðja dag á RIG 2018

Ægir-svimjararnir gjørdu aftur vart við seg í dag, á Reykavík International Games 2018, og vunnu tá ið øllum førum nøkur gull afturat, umframt silvur og bronsu. Hartil varð Signhild Joensen heiðrað fyri at hava framt triðbesta avrik á stevnuni.

Í 200 rygg fyri kvinnur svam Signhild Joensen seg trygt í A-finaluna, við klárt bestu innleiðandi tíð um morgunin, 2:24.60, fyri síðani í finaluni at vinna líka trygt gull við 2:18.16.

Í 100 rygg fyri menn svam Martin V. Sivertsen seg í A-finaluna við tíðini 1:10.35, fyri síðani har at verða nr 6 við 1:10.39.

Í 100 bringu fyri kvinnur svam Rebekka Trygvadóttir 1:22.06 í innleiðandi riðlunum, og vann tá gull í kappingini fyri gentur 14 ár og yngri, umframt at kvalifisera seg til finaluna fyri allar aldursbólkar. Sólvá A. Sigurðsson svam seg eisini í A-finalu við 1:24.03, og svumu tær báðar í finaluni so Rebekka 1:22.16 og 5. pláss, og Sólvá 1:23.87 og 8. pláss.

Í 200 bringu fyri menn svam Rókur Trygvason seg í A-finaluna við bestu innleiðandi tíð av øllum, 2:29.56, fyri síðani har at vinna silvur við 2:26.47, aftanfyri danska Magnus Cartensen á 2:25.93.

Í 200 firvald fyri kvinnur svam Jana B. Thomsen seg í A-finaluna við triðbestu innleiðandi tíð 2:29.92, fyri síðani har at vinna bronsu við 2:29.40.

Í 100 frí fyri kvinnur vann Rebekka Trygvadóttir silvur við tíðini 1:04.68 í innleiðandi riðlunum, og kvalifiseraði seg tá til B-finalu, meðan Signhild Joensen við 1:01.11, Jana B. Thomsen við 1:01.60 og Barbara Debes við 1:01.87 kvalifiseraðu seg til A-finaluna. Og í finaluni vann Signhild so bronsu við 1:00.28, meðan Barbara svam 1:01.44, Jana 1:03.31 og Rebekka 1:07.25.

Í 200 frí fyri menn svam Martin V. Sivertsen seg í A-finaluna við 2:12.16, og varð tá í finaluni nr 7 við 2:14.36.

Og afturat hesum vóru so finalur á 50 metra teinum, har innleiðandi riðlarnir vórðu avgreiddir fyrradagin. Her vann Signhild Joensen silvur í 50 rygg við 30.33, og Barbara Debes tá nr 4 við 32.19. Rókur Trygvason varð nr 4 í 50 bringu við 31.57. Jana B. Thomsen vann bronsu í 50 firvald við 29.44. Og Rókur Trygvason vann bronsu í 50 frí við 25.10.

 

Ger viðmerking