Ægir flúgvandi í Reykjavík

Annar dagur er nú avgreiddur á svimjistevnuni Reykjavík International Games 2018, við góðum úrslitum til føroysku svimjararnar úr Ægir. Sambært SwimRankings hava okkara til nú vunnið 1 gull, 2 silvur og 2 bronsur í opnu kappingini, umframt heiðursmerki eisini í kappingini fyri svimjarar 14 ár og yngri.

rig2018-jana-100firvald
Jana B. Thomsen gull í 100 firvald á RIG 2018

Í 200 blandað fyri kvinnur vann Rebekka Trygvadóttir fyrst gull í kappingini fyri gentur 14 ár og yngri, við tíðini 2:36.14 í innleiðandi riðlunum, fyrrapartin, fyri síðani nú seinnapartin at verða nr 4 í finaluni fyri allar aldursbólkar, við tíðini 2:34.69.

í 200 rygg fyri menn svam Martin V. Sivertsen seg fyrst í finaluna við tíðini 2:37.18, fyri síðani í finaluni at verða nr 8 við tíðini 2:38.82.

Í 100 rygg fyri kvinnur svam Signhild Joensen seg fyrst í finaluna við bestu tíð av øllum, 1:05.84, fyri síðani í finaluni at vinna silvur við tíðini 1:03.73.

Í 100 bringu fyri menn svam Rókur Trygvason seg fyrst í finaluna næstskjótastu tíð av øllum, 1:07.68, fyri síðani í finaluni at vinna bronsu við tíðini 1:07.85.

Í 200 bringu fyri kvinnur vann Rebekka Trygvadóttir fyrst gull í kappingini fyri gentur 14 ár og yngri, við tíðini 2:57.17, fyri síðani í finaluni at verða nr 8 við tíðini 3:03.50. Sólvá A. Sigurðsson svam seg við 3:00.48 eisini í finaluna í morgunin, fyri síðani í finaluni at verða nr 4 við tíðini 2:55.29.

Í 100 firvald fyri kvinnur svam Jana B. Thomsen seg fyrst í finaluna við bestu tíð av øllum, 1:06.19, fyri síðani í finaluni at vinna gull við tíðini 1:05.55.

Í 100 frí fyri menn svam Rókur Trygvason seg fyrst í finaluna við næstbestu tíð av øllum, 55.16, fyri síðani í A-finaluni at vinna silvur við tíðini 54.63. Martin V. Sivertsen svam seg hartil í B-finaluna, við tíðini 59.68 um morgunin, fyri síðani í B-finaluni at verða nr 7 við tíðini 59.61.

Í 200 frí fyri kvinnur vann Rebekka Trygvadóttir fyrst silvur í kappingini fyri gentur 14 ár og yngri, við tíðini 2:18.74, fyri síðani í finaluni at verða nr 8 við tíðini 2:22.35.

Hartil vórðu finalurnar avgreiddar í kappingum har innleiðandi riðlarnir vóru í gjár, har Martin V. Sivertsen nú í A-finaluni í 50 rygg varð nr 7 við tíðini 33.09, og Rebekka Trygvadóttir í A-finaluni í 50 bringu varð nr 5 við tíðini 36.37, og Sólvá A. Sigurðsson í B-finaluni nr 8 við tíðini 39.92.

Rókur Trygvason varð nr 6 í A-finaluni í 50 firvald við tíðini 26.85, og tær tríggjar Signhild Joensen, Barbara Debes og Jana B. Thomsen ávikavíst nr 4, 5 og 6 í A-finaluni í 50 frí við tíðunum 27.64, 27.74 og 28.03.

Ger viðmerking