So er tað RIG 2018

Hetta vikuskiftið skipa íslendingar fyri stórari, altjóða svimjistevnu í Laugardalslaug, sum partur av WOW Reykjavík International Games 2018. Ein hópur úr Føroyum luttekur eisini, við rættiliga góðum møguleikum at vinna heiðursmerki.

Tey sum luttaka eru úr Ægir (og í teirri raðfylgju sum tey síggjast í tilmeldingarlistanum)

  • Martin V. Sivertsen (2002)
  • Brandur A. Matras (2003)
  • Marius Steinhólm (2005)
  • Tórálvur Brestisson (2003)
  • Rókur Dragaberg (2004)
  • Signhild Joensen (2000)
  • Barbara Debes (2000)
  • Maja Samson (2004)
  • Sofia Toftegaard (2006)
  • Rókur Trygvason (2000)
  • Natanael A. Matras (2002)
  • Rebekka Trygvadóttir (2004)
  • Sólvá A. Sigurðsson (2002)
  • Jana B. Thomsen (2000)

Av hesum er tað serliga Signhild Joensen sum hevur møguleika at vinna heiðursmerki, við bestu tilmeldingartíð í 200 rygg, næstbestu tilmeldingartíð í 50 og 100 ryg, og triðbestu í 50 og 100 frí, Rebekka Trygvadóttir við næstbestu tilmeldingartíð í 400 blandað, Jana B. Thomsen við triðbestu tilmeldingartíð í 100 firvald, og Rókur Trygvason við næstbestu tilmeldingartíð í 200 bringu.

Men tað eru fleiri ferðir hesi og onnur sum eru uppi í millum at kunna røkka finalu og heiðursmerkjapláss, og hartil er ein ungdómskapping fyri svimjarar føddir í 2002 og seinni, har vit burdu havt góðar møguleikar at vunnið okkurt. Sí innbjóðingina her.

Tíðarætlanin sæst her, og er hon stutt sagt at tey kappast í innleiðandi riðlum og einstakum beinleiðis finalum fríggjadag seinnapart, fyri síðani at avgreiða innleiðandi riðlar leygarmorgun, finalur leygarkvøld, innleiðandi riðlar aftur sunnumorgun, og at enda finalur sunnukvøld.

Beinleiðis úrslit verða at síggja her á swimrankings.net

Ger viðmerking