725.000 krónur til svimjingina frá Úrvali í 2018

Úrval kunngjørdi í dag útlutingina av úrvalsstuðli fyri 2018, har svimjingin fekk stóran part av samlaðu játtanini á eina millión krónur. Úrvalssvimjararnir í ár eru teir somu sum fingu stuðul í fjør, undantikið Pál Joensen sum seinastu tíðina hevur hildið ein steðg frá kappsvimjingini.

Svimjararnir sum nú í 2018 hava fingið stuðul, eru:

  • Óli Mortensen: 150.000 kr.
  • Signhild D. Joensen: 150.000 kr.
  • Marius Ihlen Gardshodn: 100.000 kr.
  • Vár E. Eidesgaard: 100.000 kr.
  • Alvi Hjelm: 100.000 kr.
  • Sára R. Nysted: 75.000 kr.
  • Ungir úrvalssvimjarar: 50.000 kr.

Hesi síðstu eru ein hópur á umleið 15 svimjarar, sum eftir okkara tykki eru so mikið stutt frá at kunna fáa oyramerktan stuðul, at vit við serligum tiltøkum royna at fáa tey innum og uppí skipanina. Dømi um tiltøk eru sálarfrøðingurin Jón Gregersen og danski úrvalsvenjarin Bo Jacobsen, ið vóru her heima í november 2017.

Her er samrøða hjá in.fo við Óla Mortensen

http://www.in.fo/itrottur/sport-detail/urval-2018-malid-er-ol-i-tokyo-i-2020/

Og her er innslagið hjá KVF í tíðindunum í kvøld

http://kvf.fo/netvarp/sv/2018/01/05/20180105teybestuunguheidrad

Ger viðmerking