So er tað EM á stuttgeil 2017

Í morgin byrjar sjálv svimjistevnan á EvropaMeistarastevnuni á stuttgeil 2017, sum danir saman við LEN skipa fyri í Royal Arena í Keypmannahavn. Føroyski hópurin er komin upp á pláss, og er farin undir síðstu fyrireikingar.

Her eru nakrar myndir frá fyrstu venjing hjá okkum í EM-hylinum í gjár …

Stemningurin er heilt ókey í hópinum, aftaná eitt væleydnað NM/NJM í Reykjavík fyri smáum tveimum vikum síðani. Vónirnar eru at kunna kvinka bestu tíðir eitt sindur longur niður, og annars hava eitt gott upplivilsi, her nærmast á heimabana í Danmark.

Startlistin sæst her á LEN.eu, og er føroyska luttøkan:

Mikudagin 13. desember

  • Óli og Alvi 400 frí
  • Signhild 100 rygg
  • Vár 800 frí

Hósdagin 14. desember

  • Vár 100 frí
  • Alvi 400 blandað
  • Óli 1500 frí

Fríggjadagin 15. desember

  • Signhild 200 rygg
  • Alvi 200 blandað

Leygardagin 16. desember

  • Signhild 50 rygg
  • Vár 200 frí
  • Øll 4×50 frí mix

Sunnudagin 17. desember

  • Vár 400 frí

Í gjár var tað fyri so vítt bara ferðing, fyrsta venjing og so annars at koma uppá pláss, har kvøldið í gjár endaði við traditionella fyrsta krossinum í sjavs, og har tað ‘for the record’ vóru Vár og Signhild sum vunnu !

Í morgun er tað aftur venjing hjá svimjarunum, har Óli og Alvi møttu í hylinum heilt tíðliga, og Signhild og Vár so fara nú um eina løtu. Hartil tekniskur fundur og okkurt annað sovorðið tiltak.

Svimjararnir eru væl fyri, og danir hava týðiligvís stýr uppá hetta við at skipa fyri EM. Vit komu skjótt fram við bussi í gjár, bæði av flogvøllinum og til og frá svimjihylin, og maturin er avbera góður.

Eg skal fara at skriva meira um møguliga stroyming og úrslitatænastu og líknandi, tá ið eg veit meira. Her er pressufundur nú klokkan 12, har ymiskt sovorðið praktiskt vælsagtans verður at hoyra.

Alt gott úr KBH

Rókur

Ger viðmerking