LEN stroymar frá EM á stuttgeil 2017

Evropeiska svimjisambandið LEN kunngjørdi nú á innleiðandi tíðindafundi áðrenn EM á stuttgeil 2017, at har verður stroyming frá stevnuni. Eg spurdi eitt sindur nærri, og skilji at tað er á hesari rásini á Dailymotion, sum eisini er at finna umvegis heimasíðuna hjá LEN, www.len.eu

Sum skilst, so fer hetta at rigga um allan heim, tó undantikið har sum sjónvarpsrásir hava keypt rættindini. Í Danmark er støðan eftir øllum at døma at TV2 fer at senda, og at stroymingin tí ikki riggar har, meðan Føroyar vónandi eru undantiknar.

Ger viðmerking