Óli greitt besti svimjari á NM/NJM 2017

Óli Mortensen snøgt sagt ‘kom, sá og sigraði’, tá ið hann í síðstu viku luttók á Norðurlendsku Meistarastevnuni 2017. Hóast hann luttók bara í éinari kapping, og vegna tíðarneyð mátti skera av ferðini í báðum endum, so endaði tann luttøkan við at verða greitt besta avrik av øllum, á hesum NM/NJM.

Hetta var sjálvsagt í 1500 metra frísvimjing, har hann sum kunnugt vann gull við stórum persónligum meti, 15:02.27. Tann tíðin gevur 830 FINA stig sambært hesum yvirliti hjá íslendingum á SwimRankings, har næstbesta úrslit á stevnuni var tá ið danski Oskar Lindholm í somu kapping svam seg til 15:07.25 og 816 FINA stig.

Óli var pressaður av nýligu stevnuluttøkunum á fyrst FM og síðani DM á stuttgeil í november, og av samstundis at skula varðveita høgu venjingarnøgdina fram ímóti EM á stuttgeil um lítla viku. Tí valdi hann at ferðast til Íslands ein dag seinni enn høvuðshópurin hjá okkum til NM, og fór so aftur til Danmarkar dagin eftir hesa kapping, leygarmorgun sum stevnan endaði sunnukvøld.

Út yvir Óla, so rukku Signhild Joensen og Vár E. Eidesgaard eisini upp á topp-10-listarnar yvir frægastu avrik á hesum NM/NJM. Signhild við 2:09.32 (783 FINA stigum) og næstfrægasta avrik av kvinnum á NM 2017, og Vár E. Eidesgaard við 2:02.18 (745 FINA stigum) og 9. frægasta avrik av gentum á NJM 2017.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.