Vár 2:02.18 og føroyskt met í 200 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard megnaði í gjár at seta nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra frísvimjing, tá ið hon sum fyrsti svimjari í 4×200 frí liðsvimjingini hjá føroyingum svam teinin uppá 2:02.18. Sára Ryggshamar Nysted átti metini á 2:02.60, frá Oyggjaleikum á Jersey í 2015. Sí úrslitalistan her.

Ger viðmerking