Kunningarfundur um mentalvenjing hóskvøldið 16. november 2017

Sum nevnt í skrivinum um landsliðslegu, so skipar Svimjisambandið nú hóskvøldið hin 16. november fyri kunningarfundi um mentalvenjing, við ítróttarsálarfrøðinginum Jón Gregersen.

Hesin fundur er serliga ætlaður foreldrum at landsliðssvimjarum, til at hoyra um hesa nýggju og eftir okkara egna tykki sera spennandi verkætlan, at styrkja føroyska svimjing á tí mentala økinum.

Fundurin verður í ÍSF-húsinum frá klokkan 19:00, og verður eftir ætlan eisini stroymdur til tey foreldur sum eru til dømis í Suðuroy og Klaksvík.

Onnur áhugað eru eisini vælkomin, í tann mun sum vit hava pláss har í ÍSF-hølinum.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

 

Ger viðmerking